Yvirlivdi 25 tímar í sjónum

Mánadagin varð ein týskur sjómaður tikin upp úr sjónum í Vesterhavet við Danmark, eftir at hava svomið fyri lívinum í samfullar 25 tímar. Hetta er nógv longri enn tað, sum Søværnets Operativ Kommando metir sum mestu yvirlivilsistíð á sjónum.

Týskarin datt fyri borð sunnudagin, og seinnapartin mánadagin góvust teir at leita, tí teir mettu hann vera druknaðan.
Tríggjar tímar seinni varð saknaði týskarin kortini funnin á lívi einar 200 metrar úr landi.
Søværnets Operative Kommando (SOK) fer nú at kanna, um tann higartil metta yvirlivilsistíðin, sum teir ganga eftir, tá leitað verður eftir fólki á sjónum, er ov stutt og tí má endurskoðast.
- Í hesum førinum vístu allar talvur og allar kurvar okkara, at maðurin átti at missa vitið eftir seks tímum í sjónum í tí 17 stiga heita vatninum. Og við teim klæðunum hann var í, var tað lítið sannlíkt at hann var á lívi 14 tímar seinni.
- Tí eru 25 tímar í 17 stiga heitum vatni eitt stórt loyndarmál fyri okkum, sigur Johnny Mikkelsen í SOK við norska blaðið Aftenposten.