Yvirlitstrolingarnar eru óbrúkiligar

- Út frá øllum hesum óskilinum má eg siga, at allar yvurlits trolingarnar eru óbrúkuligar. ICES hevur fyngi skeivar upplysingar. Polittikar og almenningur fáa eina skeiva fatan av veruleikanum. Tað skrivar Eyðun Hansen, sum hevur verið stýrimaður í 20 ár.

 

Eyðun Hansen greiðir frá, at hann á upptøkum hjá KVF av einum túri hjá Magnusi Heinasyni, fíltist á, hvussu illa weirurin liggur á trolspølunum. Eyðun Hansen vil vera við, at hetta ger, at trolið verður hálað skeivt og tí fiskar alt ov lítið. Eyðun Hansen hevur illgruna um, at tað eru fleiri onnur viðurskifti umborð á Magnusi Heinasyni, sum gera, at skipið fiskar ov illa, og vísir hann millum annað á at ongar upprunatekningar eru at finna av lemmum, troli ella posa hjá skipinum. Tískil er nærum ógjørligt at gera fullgóðar umvælingar av hesum lutum, sigur hann.

 

Harumframt setur Eyðun Hansen spurnartekin við, um óljóðið av Magnus Heinasyni kann styggja fiskin burtur. Hann vísir á, at longu sum nýtt skip fiskaði Magnus Heinason illa samanborið við onnur fiskiskip á somu leið.

- Longu fyri 30 árum síðani skuldi Havstovan biðið um hjálp og kanna, hvat var galið og ikki bara siglt sín egna sjógv. Tað eru fleiri góður menn við Magnus Heinasyni, sum vita nógv um trol, lemmar og óljóð, men teir som sita í Nóatúni, sum hava lisið seg til serfrøðingar, lurta ikki eftur teimun, sum hava alla vitanina um skip og útgerð, sigur Eyðun Hansen.

 

- So verður bara sagt, at ongin toskur er á bankanum. Og fiskimaðurin hevur dripið allan toskin, skrivar Eyðun Hansen.

 

- Nú nýtt skip skal byggjast fyri 215 milliónir, skulu mannagongdir og útgerð broytast og vera undir efturliti av røttu viðkomandi og ikki av fiskifrøðíngum. Landstýrismaðurin má eisini fáa ein annan trolara út á Føroya banka og  landgrunnin fyri at kanna, hvussu stórur toskastovnurin veruliga er og ikki bert gita sum nú, skrivar Eyðun Hansen at enda.