Forsetin í Iran hevur avmarkað vald, sjálvt um hann er ovasta fólkavalda umboð í landinum.
Tá irakisku veljararnir skulu finna landsins næsta foresta, verður tað gjørt við eini serligari og fløktari politiskari skipan.
Sjálvt um forsetin er ovasti fólkavaldi í Iran, so virkar forsetin undir ovasta andaliga leiðarinum, sum síðani 1989 hevur verið ayatollah Ali Khamenei.
Her er eitt yvirlit yvir politisku skipanina í Iran:
– Forsetin verður valdur av fólkinum. Tað verður gjørt við eini valskipan, sum upp á nógvar mátar líkist øðrum forsetavalum við tveinum umførum – til dømis tí franska.
– Men har eru avgerandi munir: Tí fyri at stilla upp í Iran skalt tú góðkennast av einum serligum »Varðmannaráð«, sum virkar undir ayatollainum. Ráðið skal tryggja, at lógir og val lúka islamisku treytirnar hjá statinum.
– Varðmannaráðið hevur 12 limir. Seks teirra eru islamiskir lærdir, sum verða settir av ovasta leiðaranum. Hinir seks eru løgfrøðingar, sum verða innstillaðir av dómstólunum og góðkendir av tjóðartinginum.
– Tá forsetin er valdur, setir hann stjórnina. Forsetin stendur til svars fyri ovsta leiðaranum, sum stingur út í kortið politisku høvuðslinjurnar.
– Størsta valdið liggur hjá ovasta andaliga leiðaranum, Ali Khamenei, sum er annar ayatolla eftir islamisku kollveltingina í 1979. Rudolla Khomeini var tann fyrsti.
– Ovasti leiðarin verður útnevndur av Serfrøðingaráðnum, har tað sita 88 prestar. Teir kunnu eisini koyra ayatollain frá.
– Limirnir í Serfrøðingaráðnum verða valdir fyri átta ár. Valevnini eru góðkent av Varðmannaráðnum og ovasta leiðaranum.
– Valskeiðið hjá iranska forsetanum er fýra ár, og ein forseti kann bara sita tvey skeið á rað.
– Iran hevur eisini eitt tjóðarting, sum hevur 290 sessir. Tingið kann leggja fram og samtykkja lógir. Tingið hevur eitt nú ábyrgdina av fíggjarlóg landsins, og tingið heldur eisini eyga við stjórnini.
Kelder: BBC og Al-Jazeera.
/ritzau/