Eftir fimm vikur í SMS-deildini, hevur stigatalvan býtt seg við trimum liðum ovast og fýra liðum í niðara endanum. Kyndil hevur spælt ímóti teimum fýra niðaru og bert fingið 67 mál ímóti sær. Tað eru færri enn 17 mál í miðal. Tey trý ovastu liggja væl fyri við málskjótingini, og liggja øll um um 28 ella 29 mál í miðal fyri hvønn dystin.
Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini hesa vikuna, ið bert staðfesti munin millum tey ovaru og niðaru liðni.
Úrslitini vóru hesi:
Kyndil - VB 39-18 (13-9) (trýst her)
H71 - StÍF 36-25 (18-11)
Málskjúttar hjá H71: Marita Mortensen 9, Maria Halsdóttir Weyhe 9, Durita Toftum 5, Guðrið á Borg 3, Lív Zachariassen 2, Karina Eysturtún 2, Silja Sámalsdóttir 1, Elisabet H. Simonsen 1, Christina Arge 1, Eva Barba Arge 1, Bjørk Brimnes 1, Bára Hansen 1.
Málskjúttar hjá StíF: Hakura Gima 9, Yuika Kurimoto 6, Erla Petersen 5, Vár Poulsen 2, Ingibjørg Kass 1, Kristina Mikkelsen 1, Paula Høgnesen 1,
Støðan í SMS-deildini eftir viku 5 (hsf.fo)
1 | VÍF | 5 | 147 | 110 | 37 | 8 |
2 | Kyndil | 4 | 112 | 67 | 45 | 6 |
3 | H71 | 3 | 86 | 71 | 15 | 6 |
4 | Neistin | 4 | 85 | 87 | -2 | 2 |
5 | Stjørnan | 3 | 63 | 71 | -8 | 2 |
6 | StÍF | 4 | 82 | 133 | -51 | 2 |
7 | VB | 3 | 58 | 94 | -36 | 0 |