Fýra menn eru handtiknir fyri at hava dripið eina danska og eina norska kvinnu. Menninir verða settir í samband við IS.
Danska kvinnan, Louisa Vesterager Jespersen og norska vinkona hennara, Maren Ueland, vóru í gjár funnar dripnar í marokko.
Hetta vita vit um dupultmorðið:
* 24 ára gamla Louisa Vesterager Jespersen úr Ikast og 28 ára gamla Maren Ueland úr Bryne vórðu mánadagin 17. desember funnar dripnar nærindir tjaldi teirra í einum vælumtóktum ferðafólkaøki við bygdina Imlil í Atlasfjøllunum í Marokko. Tekin eru um harðskap við einum hvøssum tóli móti hálsinum.
* Fýra mans eru mistonktir fyri drápini. Ein teirra varð handtikin í Marrakesh týsdagin. Hinir tríggir vórðu handtiknir í dag, somuleiðis í marraksh.
* Tá teir tríggir menninir vórðu handtiknir í dag, høvdu teir knívar uppi á sær. Tað upplýsir marokkanska løgreglan.
* Tveir aðrir menn, sum eisini vórðu tiknir týsdagin, vórðu leyslætnir eftir avhoyringar, upplýsir norski miðilin VG.
* Marokkanski ákærumyndugleikin sigur, at teir handtiknu hava samband við ein ónevndan yvirgangsfelagsskap. Myndugleikarnir kanna dupultmorðið sum eina yviragangsatsókn.
* Politiets Efterretningstjeneste (PET) í Danmark váttar, at ein video er nógv at síggja á internetinum, sum eftir øllum at døma vísir, tá onnur kvinnan verður dripin. PET visti í dag ikki at sigga nærri um, hvørt videoin var ekta.
* PET upplýsir, at videoin og fyribils kanningar sambært marokkansku myndugleikum benda á, at morðini møgula kunnu setast í samband við hernaðarliga bólkin Islamiskan Stat (IS).
* Sambært miðlum á staðnum tjaldaðu teir mistonktu menninir næsrindis kvinnunum, men fóru úr økinum, fáar tímar fyri, at tær vóru funnar.
* Imlil er um 70 km sunnan fyri Marrakesh og haðani verður ofta farið túran til fjallið Toubkal, sum við sínum 4167 metrum er hægsta fjall í Norðurafrika.
* Tær báðar kvinnurnar vóru á eini mánaðalangari ferð og vóru roynd útimenniskju Báðar lósu á Lærda háskúlanum í Suðurnoreg í Bø í Telemark.
* Í dag kom ein nýggj video fram í málinum. Í hesi svørja fýra menn IS trúskap. Tað er eftir øllum at døma teir fýra mistonktu í málinum. PET og norka kriminalløgreglan, Kripos, kanna nú, um talan er um ektað tilfar.
* Marokkansku ákærumyndugleikarnir vátta sambært Reuters tó, at talan er um ektað tilfar, at teir mistonktu hótta við at gera álop.
Keldur: NTB, VG, AP, AFP, Reuters, marokkanske miðlar á staðnum, norska uttanríkisráðið, PET.
/ritzau/