Yvirlit: Her eru dagsins apríl-søgur

Í dag er 1. apríl, og tað merkir, at tað er loyvt at pella eitt lítið sindur... Sum vant vóru nógvar apríl-søgur í dag, og vit hava savnað nakrar av søgunum saman her

Funnu beinagrind og forngrip í Kirkjubø

Í morgun visti morgunsendingin hjá Kringvarpinum, at arbeiðsmenn vóru komnir fram á eina beinagrind og ein forngrip í Kirkjubø, tá sprongt varð til Sandoyartunnilin.

– Eftir eina spronging varnaðust nakrir arbeiðsmenn, at eitt stórt hol var at finna aftanfyri. Tað vísti seg at vera eitt stórt helli. Teir, sum komu fyrst á staðið, sóu, at ein beinagrind var at hóma. Eisini glitraði ymiskt ímillum grótið, sum bendir á at forngripur liggur jarðaður undir Kirkjubø.

Abeiðsformaðurin Kristian Stórhamar greiddi nærri frá - hoyr samrøðuna HER.

Prestur skrivað undir við B68

Fótbóltsfelagið á Toftum, B68, boðaði í morgun frá einum heldur øðrvísi og áhugaverdum innkeypi. B68 og Ovi Brim, sum er prestur, hava nevniliga skrivað undir nýggjan 1- ára sáttmála til besta mansliðið.

– Øssur Hansen, høvuðsvenjari, gleðist um at hava fingið ein royndan leikara til hópin 2020. Tofta ítróttarfelag ynskir Ova Brim vælkomnan á besta liðið, skrivaði B68 á Facebook.

##med2##

Søgan um Ova Brim í B68 er at finna HER.

Profilur skiftur aftur til grannarnar

Danski fótbóltsleikarin Sebastian Pingel kom upprunaliga til B36 í 2016. Hann skifti síðani til HB, men síðst í fjør skrivaði hann undir nýggjan sáttmála við B36. Men sambært B36 so er Pingel nú aftur blivin HB'ari. B36 skrivaði í dag, at B36 og HB hava avtalað, at HB leigar Sebastian Pingel frá B36 fyri kappingarári 2020. B36 skrivaði soleiðis á Facebook:

– Støðan í løtuni ger, at B36 noyðist at skaffa sær nøkur eyka oyru, so at felagið kann rekast víðari. HB hevur allatíðina ynskt at fáa Pingel aftur, og nú møguleikin bleiv, so hevur B36 gjørt eina góða avtalu, sum tryggjar, at B36 klárar at koma snikkaleyst undan. Men hvør veit, um vit eisini koma at siga farvæl til aðrar spælarar, um kappingin ikki byrjar aftur skjótt, sigur formaðurin, Magni Vatnhamar Mouritsen. 

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Ffcb36torshavn%2Fvideos%2F1114199292259651%2F&amp;show_text=0&amp;width=267" width="267" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Søgan er at finna HER.

Christian Andreasen umhugsar sína støðu í Fólkaflokkinum

Vágaportalurin visti í morgun, at Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkinum og sakførari, ikki er heilt nøgdur við hjálparpakkarnar hjá landsstýrinum. VP. fo skrivar:

– Um einki av teimum feløgunum, teimum neyvt 154 feløgunum, sum eg umboði, fær nakra kreppuhjálp, so umhugsi eg alvorliga mína støðu í Fólkaflokkinum, sigur Christian Andreasen í drúgvari samrøðu við VP. 

– Christian Andreasen lýsir støðuna í teimum 154 feløgunum, sum hann antin er nevndarformaður í, forseti ella sakførari hjá, í drúgvari samrøðu, sum av plásstroti ikki rúmast her, skrivaði Vágaportalurin.

Søgan er at finna HER.

Hetta var ikki einasta apríl-søgan hjá Vágaportalinum. Les eisini: Hjálparpakki II: Festivalar og timburhandlar fáa mest og Eiðismenn gjørt avtalu við kinverjar og James Bond í Mikladali. 

Pedagogfelagið fer eisini at hava konsert

Pedagogfelagið boðaði í dag frá, at felagið fer at stroyma eina konsert beinleiðis úr Tungugøtu.

– Formaður felagsins, Jógvan Philbrow, sum hevur verið í sóttarhaldi í Fuglafirði seinastu 14 dagarnar, hevur m.a. brúkt tíðina til at fínpussa guitar spælið. Hann kemur at spæla nakrar sangir, har høvið verður at syngja við heima í stovuni, skrivaði Pedagogfelagið á Facebook.

##med3##

– Og vit kunnu gleða okkum til eina veruliga Pedagog-formanskonsert. Saman við Jógvani fara vit eisini at hoyra ein fyrrverandi formann, Jarvin Feilberg Hansen, sum spælir klaver, og eisini fer at syngja og rappa 5 sangir.

– Teir báðir lata heilsa, at teir eru í toppformi og gleða seg at sleppa at spæla og syngja fyri okkum.

Søgan er at finna HER.

Danska stjórnin vil byggja koppastandmynd Havn

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er royndur skemtari, hevði forvitnislig tíðindi í dag. Joy Mogensen, danskur mentamálaráðharri, ætlar at stuðla føroyskum mentanarlívi. Á facebooksíðuni "Javnaðarflokkurin á Fólkatingi" stendur m.a. skrivað:

– Joy Mogensen ringdi til Sjúrð Skaale herfyri og segði, at hon vildi stuðla mentan í breiðastu merking, ikki bara í Danmark, men í øllum ríkinum. Tí bað hon um uppskot um, hvat tað kundi verið.

– Sjúrður gav henni nógv hugskot, og greiddi m.a. frá, at meðan næststørsti býur Føroya hevur fingið eina standmynd, ið á listarligan hátt ímyndar búskaparliga grundarlagið undir býnum, so hevur høvuðsstaðurin einki slíkt býarmerki, sum kann sameina fólkið.

– Hann segði, at ein stórur café latte-koppur, á líknandi hátt sum húkurin ger í Klaksvík, kundi skapt virðing fyri teimum, sum halda hjólunum í gongd og skapa tann vøkstur, ið samfelagið livir av.

Les alla søguna HER.

Javnstøðunevndin niðurleggur sítt arbeiði
Á Facebook boðaði Javnstøðunevndin frá, at endamálið hjá nevndini um at fáa fulla javnstøðu í Føroyum er rokkið, og tí niðurleggur Javnstøðunevndin sítt arbeiði.

##med4##

– Nú koronakreppan herjar, og fólk eru send heim, er so at siga alt samfelagið vent á høvdið. Arbeiðsmarknaðurin er broyttur eins og arbeiðsbýtið heima við hús. Stjórar og leiðarar o.o. taka sín part av ólønta arbeiðinum heima á seg, ansa børnum og røkja húsligar uppgávur, og pedagogar, hjálparfólk og sjálvboðin virka í sjúkrarøktini, skrivar Javnstøðunevndin og siterar samskiparan og forkvinnuna:

– Vit kunnu tí ikki annað enn staðfesta, at vit hava fingið fulla javnstøðu í Føroyum. Nú so nógvir menn eru farnir til hús og kvinnurnar halda samfelagnum koyrandi, er einki eftir hjá Javnstøðunevndini at arbeiða fyri, sigur Lív Patursson, samskipari í javnstøðumálum.

– Endamálið hjá Javnstøðunevndini er sostatt rokkið fyribils, sigur Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna, sum við blandaðum kenslum fer til hús í dag 1. apríl, nú alt virksemið hjá Javnstøðunevndini steðgar.

HER sæst facebookuppslagið hjá Javnstøðunevndini.

Hava vit gloymt ella ikki varnast onkra apríl-søgu? Sig okkum so endiliga frá her ella á red@in.fo.