Atkvøðurnar í Noreg hava stóran týdning á valinum til Stórtingið í morgin.
Tá norðmenn fara á val í morgin, er ringt at gita um úrslitið. Í dag hava nøkur atkvøtt. Meiningakanningar benda á, at sera tætt verður millum partarnar, reyða veingin og bláa veingin – við einum lítlum meiriluta til borgarligu stjórnina, sum hevur havt valdið seinasta valskeiðið.
Í dag kom fram, at Arbeiðaraflokkurin hevur sent út 500.000 sms'ar til norðmenn um at fara at atkvøða fyri flokkinum.
Her eru fýra ting, sum eru verd at vita um valið til norska tjóðartingið, Stórtingið.
1. Fáar hundrað atkvøður kunnu avgera valið.
Atkvøðurnar hava størri týding enn nakrantið. Tí báðir veingirnir liggja ógvuliga tættir í kanningum, og fleiri flokkar liggja á sperrumarkinum, sum í Noreg er fýra prosent av atkvøðunum.
Tí kunnu nakrar fáar hundrað atkvøður gera av, um tað verður ein reyð-grøn stjórn ella ein blá stjórn, sum fer við sigrinum.
2. Smáu flokkarnir hava lyklaleiklutir.
Í norska Stórtinginum eru átta flokkar, harav eingin stendur til at fáa meirilutan einsamallur. Tí eru stuðulsflokkar avgerandi fyri, hvør fer við stjórnarvaldinum.
Teir størstu flokkarnir eru Høyre, sum forsætisráðharrin, Erna Solberg, er forkvinna fyri, og Arbeiðaraflokkurin, sum hevur Jonas Gahr Støre sum leiðara.
Høyre hevur seinastu fýra árini sitið í stjórn saman við Framburðsflokkinum, sum er ógvuliga kritiskur ímóti innflytarum, og hevur havt stuðul frá Kristiliga Fólkaflokkinum og Vinstra.
Í andstøðuni hevur Arbeiðararaflokkurin stuðul frá Miðflokkinum og Sosialistiksa Vinstraflokkinum.
Áttandi flokkurin er Umhvørvisflokkurin Tey Grønu. Hann sigur seg ikki vera part av blokkpolitikkinum og kann samráðast við báðar blokkar. Tó noktar flokkurin at fara í stjórn saman við Framburðsflokkinum.
3. Erna Solberg verður mett sum fólkakærasti forsætiskanditaturin.
Hon verður mett at vera tann mest glaða og fólkakæri floksleiðarin, vísir kanning hjá Norstat.
Andstøðuleiðarin, Jonas Gahr Støre, verður eisini mettur fólkakærur, men ikki líka nógv, sum kappigarneytin.
Hann verður hinvegin hildin at vera úrvalsligur, eliterur, av fimta hvørjum spurda. Og tað er meira enn hinir floksleiðararnir.
Leiðarin í Framburðsflokkinum, Siv Jensen, er tann floksleiðarin, sum av teimum fleistu verður mett at vera ágangandi. Triðji hvør heldur hana vera egoistiska, og fjórði hvør svarar, at hon er súr.
4. Norðmenn fara á val í búskaparligum uppgangstíðum.
Noreg, sum er størsti oljuframleiðari í Vesturevropa, hevur havt búskaparliga framgongd higartil í ár, og arbeiðsloysið minkar. Í juni var tað 4,3 prosent.
Framgongdin kemur, eftir at landið er rakt av fallandi oljuprísum.
Fyri at standa ímóti hevur stjórnin millum annað givið skattalættar fyri 21 milliardir norskar krónur.
Og tað hevur fingið kritikarar at ákæra stjórnina fyri at brúka ov nógvar pengar av stóru uppsparingini hjá Noreg.
Kelda: NTB, Aftenposten og AFP.
/ritzau/