Yvirlækni leitar til Vesturafrika

- Hetta er ein gamal dreymur, sum vónandi gongur út, sigur Tummas í Garði, sum hevur søkt um at sleppa við læknaskipi

- Hetta er ein gamal dreymur, sum vónandi gongur út, sigur Tummas í Garði, sum hevur søkt um at sleppa við læknaskipi

 

Pappírini til Mercy Ships eru send avstað, og nú bíðar Tummas í Garði eftir svari. Dreymurin er at sleppa umborð á eitt hospitalsskip, sum virkar í fátøkum og tilafturskomnum økjum í Vesturafrika.

 

Mercy Ships er ein altjóða hjálparfelagsskapur, og at kalla alt arbeiði umborð verður gjørt sjálvboðið.

 

Felagsskapurin átti til fyri fáum árum síðani skipið Anastasis, sum fleiri føroyingar hava verið við. Men nú er flaggskipið hjá Mercy Ships gamla ferjan Dronning Ingrid, sum áður røkti ferðasmbandið um Stórabelt. Skipið er í dag bygt um til eitt hospitalsskip við fleiri skurðstovum, umframt at heili 82 sjúkrasengur eru umborð. Skipið, sum í dag nevnist Africa Mercy, er tí at samanbera við eitt flótandi sjúkrahús.

 

- Mín dreymur er at sleppa umborð har at virka sum narkosulækni, sigur Tummas í Garði, sum tó ikki hevur fingið loyvini uppá pláss enn.

 

Hann vónar at sleppa avstað í august mánað næsta ár, og at brúka sína summarfrí umborð á skipinum.

 

- Ja, hetta verður vónandi mín feriutjansur næsta summar, sigur Tummas í Garði spentur.

 

Talan er um sjálvboðið arbeiði, har tey, ið sleppa við skipunum hjá Mercy Ships í styttri tíðarskeið, eisini gjalda fyri ferðing aftur og fram sjálvi.

 

Til ber at lesa meira um arbeiðið hjá Mercy Ships við at TRÝSTA HER.

 

Síðani 2005 hevur Tummas í Garði verið í starvi sum fyrst læknastjóri og síðani 2009 sum varastjóri við læknafakligari bakgrund. Hann er nú aftur fulltíðar yvirlækni á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.