Feløgini í Samtak - Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag - nokta limum sínum at landa Carlton, at gera skipið klárt til fiskiskap ella at mynstra við skipinum til viðurskiftini við Føroya Fiskimannafelag eru avgreidd.
Feløgini heita samstundis á onnur fakfeløg um at stuðla Fiskimannafelagnum í hesum máli.
At enda heitir Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag á Reiðarafelagið um at fáa limir sínar at halda sáttmálan.
Vegna Samtak,
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag