Yvirlýsing: Átala drál hjá kringvarpsleiðslu

Fakfeløgini Starvsmannafelagið og Føroysk Miðlafólk hava sent út yvirlýsing í sambandi við hóttanirnar um uppsagnir í Krinvarpi Føroya. Feløgini harmast almikið støðuna, sum hevur tikið seg upp í Kringvarpinum.

Yvirlýsingini er soljóðandi:

Samstundis skilja feløgini ikki handfaring hjá leiðslu og stýri í Kringvarpi Føroya, sum nú hevur við sær, at talan kann gerast um hópuppsagnir í Kringvarpinum - ella í ringasta føri, at talan kann gerast um at siga øllum starvsfólkunum úr starvi og byrja av nýggjum. Feløgini undrast á, at støðan kundi blíva so ring. Feløgini spyrja, hvat leiðsla og stýrið hava gjørt fyri at fyribyrgja hesa syndarligu støðu. Hava leiðsla og stýrið ikki vitað um álvarsligu fíggjarstøðuna í langa tíð?

Tað er átaluvert, at leiðsla og stýrið ikki hava gjørt nakað við støðuna fyrr, tí hendan seina reaktiónin kann nú fáa ræðuligar avleiðingar fyri limir okkara.

Starvsfólkini í KVF leggja dag og dagliga stóra orku í sítt arbeiði, og tí hava tey uppiborið aðra viðferð enn hóttan um hópuppsagnir. Fleiri teirra hava starvast á stovninum í ein mansaldur, og tí halda feløgini lítið um ta óvirðiligu og ódámligu viðferð, sum starvsfólkini nú fáa við hóttanini um at taka livibreyðið frá upp til 30 fólkum.

Fjølmiðlar eru ein hornasteinur í demokratisku skipan okkara, og tí er tað av alstórum týdningi, at vit hava eitt vælvirkandi og vælrikið Kringvarp. Kringvarpið hevur skyldu til at umboða allar føroyingar óheft, og tí tolir Kringvarpið ella føroyska samfelagið als ikki slíka skerjing, sum liggur í kortunum.

Enn kenna vit ikki endaligu avleiðingarnar av sparingunum, men líkamikið hvat hendir, verður hetta eitt stórt bakkast fyri Public Service tænastuna, og einum slíkum afturstigið má politiska skipanin steðga.

Feløgini vilja vísa á, at skerjingarnar í Kringvarpinum kunnu fáa stórar samfelagsligar avleiðingar:

- Óhefti tíðindaflutningurin verður nógv skerdur

- Public Service skyldan dettur burtur. Føroya fólk fær ikki ta óheftu miðlatænastu, sum tey hava krav uppá og hava goldið fyri.

- Eftirlitið við politisku skipanina og valdshavarum viknar í ólukku mát

Starvsmannafelagið og Felagið Føroysk Miðlafólk vóna og vænta, at ein onnur loysn enn hópuppsagnir verður funnin. Tí tað er og verður ikki góðtikið, at limir okkara eru tiknir sum gíðslar í eini støðu, sum teir púra uttan skyld, eru endaðir í.

Føroysk Miðlafólk og Starvsmannafelagið.