Í málinum um portørarnar hevur Havnar Arbeiðsmannafelag havt samráðingarrættin í meir enn 40 ár, tí er átaluvert, at Starvsmannafelagið roynir at troka HAF úr teirra egna øki.
Tí heita vit á Starvsmannafelagið um at halda seg burtur frá sáttmálaøkinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Fakfeløg eiga, eins og Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur at birta undir samstarv og saman stríðast fyri fleiri rættindum heldur enn at spjaða fakfelagsrørsluna .
Tí mæla vit øllum fakfeløgum í Føroyum til at standa saman, og ikki at gera seg inn á øki har annað fakfelag hevur havt sáttmála í áravís.
Vegna feløgini í Samtak,
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag