Yvirlýsing - Pensjónsnýskipanin

Sera drúgva arbeiðið við pensjónsnýskipanini er nú liðugt frá embætismannasíðu og er lagt til Føroya Løgting. Í hesum sambandi verður 1. viðgerð tann 29. mars.

Føroya Løgtingi kunnugt, eru flest øll fakfeløg, herundir eisini Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sera ónøgd við, at einki svar er komið uppá tey hoyringsskriv, sum eru latin til teir stovnar í landsumsitingini, sum hava arbeitt við pensjónsnýskipanini.

Ein av orsøkunum til hesa ónøgd er, at ávís púra nýggj viðurskifti nú eru at finna í uppskotinum til pensjónsnýskipan. Eitt av hesum viðurskiftum er ætlanin um, at øll tey, ið tann 1. januar 2012 eru yngri enn 55 ár og hava ein pensjónsuppsparing uttanlands, skulu byrja at gjalda til nýggjan veitara.

Limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava í ára tíggju spart upp til eftirløn í PKA. At løgtingið við lóg, við so stuttum skotbráði, noyðir limir felagsins at byrja inngjaldan til nýggja skipan er sera óheppið. Felagið hevur ikki havt møguleika at geva viðmerkingar til hetta inntriv í uppsparingarleistin hjá limum felagsins. Hetta eru felagið og mongu limir tess sera ónøgd við.

Tí heitir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á Føroya Løgting um at taka hesa ætlan úr pensjónsnýskipanini og eisini bera so í bandi, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar framyvir verður hoyrt, tá ætlanin er at gera so týðandi inntriv í viðurskifti hjá limum felagsins.


Vár í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar