Unga Tjóðveldið fordømir royndunum at skúgva grønlendingar til viks í sambandi við rakettverjuætlanina hjá USA. Tað er grønlendska fólkið ? og bara grønlendska fólkið ? sum hevur myndugleikan at seta slíkar ætlanir í verk í Grønlandi.
Unga Tjóðveldið viðurkennir grønlendska sjálvsavgerðarrættin og kann tí ikki góðtaka, at grønlendingar verða skúgvaðir til viks, tá avgerðir verða tiknar, sum hava týdning fyir grønlendska fólkið. Grønlendingar mugu hoyrast og vilji teirra virðast sum evsti myndugleiki í slíkum avgerðum.
Unga Tjóðveldið kann undir ongum umstøðum góðtaka, at grønlendingar verða gjørdir til álopsmál fyri at verja amerikumenn, ella nakran annan. Grønlendsk mannaliv hava sama virði sum onnur mannalív. Grønlendingar eru serstøk tjóð, og skulu sjálvandi eisini virðast sum hetta sama.
Grønland er í somu ríkisrættarligu støðu sum Føroyar, ikki fullveldi, men útlendsk yvirvald. Kann danska stjórnin hóreiggja sær sum hon lystir í Grønlandi, so kann hon tað sama í Føroyum. Hetta sýnir hvørjir veikleikar liggja í ikki at hava fult ræði á egnum viðurskiftum. Harafturat sýnir hetta hvussu lítil trygd er í at hava heimastýri; eingin.
Unga Tjóðveldið heitir á allar heimsins stjórnir, politiskar flokkar, felagsskapir og privatar persónar um at mótmæla hesum yvirgangi áðrenn ov seint er. Lurtið eftir grønlendingum og virðið teirra vilja.
Tórshavn 22. november 2002
Vegna Unga Tjóðveldið
Rúni Nielsen, formaður
Lív Patursson, næstformaður
Herfinnur Árnafjall, skrivari
Jógvan Jacobsen, landsnevndarlimur
Herit Helgadóttir, landsnevndarlimur,
Hergeir Eldevig, landsnevndarlimur
Tórgerð Hentze Olsen, landsnevndarlimur
Gilli Arnfinsson í Skála, landsnevndarlimur