Yvirlýsing frá Sinnis-bata í samband við verkfallið hjá Pedagogfelagnum

Sinnisbati harmast um at psykisk sjúk og onnur, ið hava serstakan tørv, er vorðin ein kastibløka í verkfallinum hjá Pedagogfelagnum.

 

Tað er átaluvert, at hesi fólk, ið vit umboða og sum á ein serstakan hátt hava fyri neyðini at kenna ein tryggleika gerandisdegnum, er vorðin gíslar í eini ósemju, sum tey ikki eru ein partur av.

Heitt verður staðiliga á partarnar í ósemjuni um at fáa enda á verkfallinum beinanvegin, og at bera so í bandi at bústovnar, sambýli og onnur støð, sum eru heim hjá psykisk sjúkum og øðrum, ið hava serstakan tørv, ikki verða rakt av møguligum verkføllum í framtíðini.