Kvinnusamskipan Føroya hevði Dýra biðidag ársaðalfund í Mettustovu í Havn, har samfelagsstøðan í kvinnupolitiskum høpi varð umrødd.
Í hesum døgum er serliga hugaligt, nú barsilsgrunnurin fer at virka 1. juni. Hetta er heiðurligt tiltak og úteftir ein virðilig mynd av samfelag okkara, har arbeiðsmarknaðurin við lóg tekur ábyrgd av komandi ættarliðum og ger tað høgligari hjá konum at vera lønarbeiðarar og barnamammur.
Arbeiði er aftur til nærum allar vinnuførar hendur. Tað er tí hugstoytt at ásanna, at nógvar ikki fáa lut í barsilsgrunninum, tí tær ikki fáa børn síni ella síni gomlu ansað.
Nú land og kommunur hava fótað sær fíggjarliga, fara vit so staðiliga at biðja tey virka fyri, at ungfólk okkara ikki missa vónina og hugin til at seta føtur undir egið borð.
Smábarnafamiljur vilja vera, har byggilendi og barnaansing eru tøk. Hesin tørvur er hent amboð at stýra bústaðarmynstrinum og vinnulívinum við, so at eisini bygdir og býir uttan fyri Havnina fáa ein veruligan kjans at mennast.
Lívskor føroyinga sum heild standa fyri stórum broytingum. Týdningarmikið hevði tí verið beinanvegin at fingið eina granskingarverkætlan í lag at kanna lívskorini her á landi, har eisini harðskapur á øllum økjum í samfelagnum verður lýstur.
Slík verkætlan kann geva okkum grundleggjandi og ítøkiliga vitan um álvarsom viðurskifti, við annars verða fjald og tagd burtur.
Vegna Kvinnusamskipan Føroya
Inga Ellingsgaard, forkvinna