Yvirlýsing frá Miðflokkinum á Løgtingi

 í sambandi við almenna orðaskiftið um rúsdrekkapolitikk

Jenis av Rana
Bill Justinussen

Miðflokkurin fegnast um, at ljós verður varpað á trupulleikarnar, sum standast av ólógligari útskeinking av rúsdrekka. Hesin trupulleikin er afturvendandi, og hevur Miðflokkurin javnan reist málið á Løgtingi fyri politiskt at gera vart við støðuna. Tað er ein royndur lutur, at løgreglan hevur ein sera týdningarmiklan leiklut í rúsdrekkamálinum - bæði fyribyrgjandi og at tryggja lóg og landaskil, og tí eigur løgreglan at fáa neyðugar arbeiðsumstøður fyri at kunna røkja sína uppgávu til fulnar.

Tó undrast undirritaðu tingmenn Miðfloksins á almennu útsøgnir fútans, har hann beinleiðis leggur seg út í politiska orðaskiftið. At fútin, sum umsitur útinnandi valdið, úttalar seg um, hvussu føroyskir politikkarar eiga at lóggeva, tænir ikki hansara starvi og er við til at máa støðið undan politiska fyribyrgingararbeiðnum. Vónandi hevur fútin mistikið seg, tá hann alment hevur sagt sína politisku meining, og vónandi hevur hansara politiska uppfatan onga ávirkan á, hvussu hann røkir sítt starv sum ovasti leiðari løgreglunnar.

Miðflokkurin heitir á løgregluna um at geva fyribyrgjandi arbeiðnum millum føroyskan ungdóm hægstu raðfesting, so ungdómur okkara kann liva ungdómsárini uttan rúsfylt umhvørvi.

Miðflokkurin 3. oktobur 2005