Yvirlýsing frá Javna


TÍÐINDASKRIV

Ásannandi at støðan hjá fólki við menningartarni als ikki er nøktandi í føroyska skúlaverkinum, staðfestir Javni hesa yvirlýsing:

Børn og ung við menningartarni hava ? sum øll onnur ? rætt til framhaldandi skúlagongd, sum skal vera lagað til serstaka tørvin, antin í skúla, tey náttúrliga hoyra til, ella í serskúla.

Virkast má fyri,
?at fólkaskúlin fær umstøður at taka sær av næmingum við serligum tørvi,
?at sernámsskúlar fáa dagførdar og betraðar karmar at virka undir,
?at lærarar og stuðulsfólk fáa hóskandi útbúgving og eftirútbúgving til dygdargott og miðvíst at kunna undirvísa næmingum við menningartarni eftir næmingsins fortreytum,
?at øll hava møguleika at velja hóskandi skúla ? uttan mun til bygd ella bý,
?at ung og vaksin við menningartarni fáa atgongd til eftirskúlar og háskúlar.