Soljóðandi tíðindaskriv er júst komið frá floksleiðslu Javnaðarfloksins Niðurstøða á floksleiðslufundi Javnaðarfloksins, 1. august 2008
Floksleiðslan tekur fult og heilt undir við tí vælaarbeiði, ið floksformaðurin, landstýris- og tingfólkini gera sambært grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins.
Somuleiðis tekur floksleiðslan staðiliga frástøðu frá útsagnunum og atburðinum hjá Gerhardi Lognberg seinastu tíðina, har hann beinleiðis hevur niðurgjørt floksformannin og tingbólkin.
Harumframt góðtekur floksleiðslan ikki, at Gerhard Lognberg, við at taka stuðulin aftur til samgonguna, hóttir parlamentarisku støðuna hjá flokkinum og samgonguni.
Floksformaðurin tekur beinanvegin stig til at kalla inn til landsfund at viðgerða framtíðar politisku stevnu floksins.