Tórshavn, tann 07-07-2005
Føroya Pedagogfelag
Undirritaða fakfelag mótmælir harðliga, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur noktað at góðtikið eina semju, sum Maskinmeistarafelagið og Elfelagið SEV hava gjørt eftir uppskoti, sum varð lagt fram av semingsfólkunum.
Tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin vrakar eitt av pørtunum góðtikið semingsuppskot, sum hevur til endamáls at javna lønina hjá maskinmeistarum, sum starvast hjá SEV, við aðrar maskinmeist-arar, ið starvast á landi, serliga tá vit kunnu staðfesta, at sambært viðmerkingunum til kommunu-stýrislógina so er endamálið við góð-ken-ningar-heimildini hjá landsstýrismanninum júst at "tryggja eitt javnt alment lønarlag".
Vit átala samstundis harðliga, at sitandi samgonga hevur longt verandi sáttmála í 5 mánaðar og harvið hevur forðað maskinmeistarunum, sum starvast hjá SEV, at fáa somu løn, sum aðrir starvs-felagar teirra, sum starvast á landi.
Vit vilja harðliga ávara ímóti, at politisku flokkarnir soleiðis leggja seg út í samráðingarættin og verkfalsrættin hjá føroysku fakfeløgunum, og vit skulu minna á, at vanligi føroyski løntakarin neyvan fer at gloyma hesa ráðagerð, sum teir politikarar, sum siga seg stuðla verkamannafjøldini, her hava framt móti føroysku fakfelagsrørsluni.
Vit lýsa tí við hesum okkara fulla stuðul til Maskinmeistarafelagið og limir tess, og heita á øll fak-feløg um at standa saman móti áganginum frá sitandi samgongu.