Yvirlýsing frá Føroya Javnaðarflokkinum oljuútgerðarhavn

Sum ein ítøkilig fylgja av, at sitandi samgonga saman við Sambandsflokkinum hevur svorið sín trúskap til, at tað bert eru marknaðarkreftirnar, t.e. kapitalurin, sum skal gera av, hvussu viðurskiftini í okkara samfelag laga seg, hoyrdu vit í Útvarpinum í gjárkvøldið og fjølmiðlunum annars í dag, at komandi oljuhavnin skal vera í Havn ella Runavík.

Javnaðarflokkurin

Tá uppskotið til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum var til viðgerðar í tinginum, legði Javnaðarflokkurin dent á, at tað var neyðugt, at løgtingið gjørdi av, hvar ein komandi oljuútgerðarhavn skuldi liggja. Hetta gjørdi flokkurin fyri at tálma óhepnu miðsavningini í landinum og til tess at loysa ein bygnaðartrupulleika, sum so avgjørt er politiskur.

Flokkurin legði tí sum einasti flokkur broytingaruppskot um at leggja oljuútgerðarhavnina í Suðuroy. Minnilutin í vinnunevndini ? Javnaðarflokkurin - setti soljóðandi broytingaruppskot fram við 2. viðgerð: ?Leitingar- og framleiðsluvirksemið úr Føroyum, herundir m.a. við útgerðar-støðum, skal ganga út úr Suðuroy?.

Hetta uppskot fekk 11 atkvøður fyri, 1 blanka, 19 atkvøddu ímóti. Øll javnaðarumboðini atkvøddu sjálvsagt fyri.

Tað undrar Javnaðarflokkin, at tey, sum lovprís-aðu marknaðarkreftunum og feldu uppskot Javnaðarfloksins, nú gera vart við seg í fjølmiðlunum, sum tey, ið vilja bjarga tí skaðiligu gongd, sum sjálvsagt mátti koma í kjalarvørrinum av hesum, og nú krevja spurningin loystan júst eftir leisti Javnaðarfloksins.

Hinvegin fegnast vit um hesa kúvending og vóna, at álvari er aftanfyri orðini hjá serstakliga Tjóðveldisflokkinum.

Um hetta ikki enn einaferð bert eru krokodillutár, so má fylgjan vera, at sam-gonguflokkarnir taka málið uppaftur til nýggja viðgerð og saman við okkum broyta lógina samsvarandi uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum 2. februar 2000.