Tíðindaskriv
Føroya Javnaðar-flokkur 5/9-01
Nú tað frættist, at Sjónvarp Føroya aftur er komið í fíggjarliga trongstøðu, soleiðis at sparast skulu 1,4 mió. kr, ger Javnaðarflokkurin vart við, at flokkurin so avgjørt ikki stuðlar landsstýrismanninum í hansara avgerð um, onga krónu at seta av til Sjónvarp Føroya á komandi fíggjarlógaruppskoti.
Havandi í huga tey mál, sum »hesir somu« høvdu sett fyri øktari føroyskari framleiðslu, fyri føroyska málinum og mentanarligu ábyrgdini serstakliga mótvegis børnum og ungum, er ilt at skilja, hvussu hesi mál nú skulu náast við ongari krónu, sum fyri kortum vóru mett at kosta 3-5 mió. kr.
Javnaðarflokkurin boðar tí frá, at vit í viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, fara at taka upp spurningin um játtan til Sjónvarp Føroya.
Tí hvat er endamálið við einum føroyskum sjónvarpi, sum bert ber brá av einum farra av føroyskum?