Yvirlýsing frá Eldradegnum 2009

Eldradagurin 2009 heitir við hesum á landsstýri og løgting at taka aftur verandi pensiónsspariuppskot í Ólavsøkupakkanum 2009, tí tað máar støðið undan fólkapensiónsskipanini og vendir sosialt skeivt

Sum er, er nettopensiónin undir fátækramarkinum hjá OECD. Pensionistar ið bert hava lága inntøku aftur at pensiónini, tola ikki at missa burtur av inntøkuni, og er mótrokning við 25% frá fyrstu krónu tí púra burturvið.

Higartil í ár er longu nógv tikið frá pensionistunum. Hetta rakar serstakliga meint hjá pensionistum, sum longu framman undan eru ringast fyri. Í staðin fyri at taka burtur av pensiónunum eiga landsstýri og løgting heldur beinan vegin at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta, sum politisku flokkarnir áður hava lovað.

Vit heita á politiska myndugleikan um saman við umboðum fyri okkum pensionistar at taka spurningin um framtíðar pensiónsskipan til víðari viðgerð og vísa størri atlit til fíggjarligu støðuna hjá pensiónistunum heldur enn til landsskassan

 

Soleiðis samtykt av áleið 400 pensionistum á Eldradegi í Nesvík 08.08.2009