Yvirlýsing frá Blaðmannafelagnum

Blaðmannafelagið átalar og tekur frástøðu frá, at journalistar  tað veri seg limir felagsins ella onnur fjølmiðlafólk, misnýta sín framíhjárætt í landsins miðlum.
At nýta ella misnýta hendan framíhjárætt, sum onnur enn fjølmiðlafólk IKKI hava, til egnan fyrimun ella vinning, er átaluvert og á ongan hátt umboðandi góðan journalistiskan sið ella tey virði, sum Blaðmannafelagið setur í hásæti.
Blaðmannafelagið vónar ikki, at ítøkiliga málið við blaðstjóranum á Sosialinum, hevur gjørt ov stóran skaða á trúvirðið hjá føroyskum journalistum. Haraftrat er vónin, at lesarin ikki hevur mist álitið á føroyskan journalistik og tann óhefta tíðindaflutningin, sum flest allir føroyskir journalistar stremba eftir.
Trúvirði og integritetur eru týdningarmiklastu amboðini, limir okkara hava í sínum dagliga arbeiði.

Nevndin í Føroya Blaðmannafelag