Sagt verður við hesum frá, at á aðalfundinum hjá Javna tann 31. mars, varð fylgjandi yvirlýsing samtykt:
Ásannandi stóru bústaðarneyðina hjá menningartarnaðum í Føroyum í dag, átalar aðalfundurin hjá Javna harðliga hesi og heitir á avvarðandi myndugleikar landsins um, alt fyri eitt at taka henda trupulleika upp til viðgerðar og miðvíst at arbeiða fram ímóti, at menningartarnað fáa mannsømulig íbúðarkor at liva undir.
Í áliti frá Javna um bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum ár 2000 verður staðfest, at samlaði tørvurin á búplássum til brekað runt landið tey komandi 10 árini eru 81 búpláss. Afturat hesum eru heili 87 búpláss, sum óvissa er um, og 25 har endaliga ikki er mett um tørvin. Nýggjastu tølini um bráfeingis tørv á búplássum er í dag 30.
Tað ið útint er á økinum tey seinastu 20 árini er, at tey flestu menningartarnaðu eru flutt av Eirargarði 14-16 í smærri stovnar og sambýlir. Afturat hesum er 1 sambýli komið í Vági og 1 í Runavík. Alt ov lítið er gjørt fyri at útvega menningartarnaðum bústað uttan fyri foreldraheimið.
Framdu tiltøkini nøkta tí á ongan hátt tørvin og eigur at verið farið til verka beinanvegin, tá verandi støða er ótolandi fyri tey menningartarnaðu og avvarðandi teirra.