Beint eftir midnátt var ein maður yvirkoyrdur í eini rundkoyring í Klaksvík.
Løgreglan sigur, at ein bilførari, sum var komin inn í rundkoyringina, tá ið ein maður kom mitt innan úr rundkoyringini og gekk útfyri bilin.
Bilførarin lukkaðist ikki at bremsa og rakti mannin. Maðurin fekk ein stoyt, tí hann rullaði upp eftir hjálminum og datt niður á vegin, har hann slóð høvdið í.
Maðurin fór á Sjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at ferðin var so mikið lítil, at maðurin meiðslaði seg ikki.