Yvirkoyrdur í fótgangarateigi í miðbýnum í Havn

Seinnapartin í gjár var ein maður yvirkoyrdur í miðbýnum í Havn. Hann var á veg tvørtur um vegin eftir einum fótgangarateigi í miðbynum í Havn, beint við Vaglið, tá ið hann var yvirkoyrdur, tí ein bilførari ikki ansaði eftir.

 

Løgreglan sigur, at maðurin fekk skaða, og er lagdur inn á Landssjúkrahúsið til kanningar. Bilførarin, sum hevði koyrt á hann, bíðaði eftir løgregluni, og hann er nú skuldsettur fyri ikki at hava ansað eftir. Tað er sjáldan, at slík óhapp koma fyri, so enn er ikki greitt, akkurát, hvat hann verður skuldsettur fyri.