Yvirkærunevndin skal savnast

Kæran frá Skála um Kaplanovic-málið er enn ikki viðgjørd av nýggju Yvirkærunevndini, sum her fær sítt fyrsta mál at taka støðu til

Enn hevur yvirkærunevndin ikki tikið støðu til kæruna, sum Skála sendi víðari, eftir at teir av Aganevndini vórðu dømdir at tapa dystin móti B36. Yvirkærunevndin varð á fyrsta sinni vald á aðalfundinum hjá FSF seinast, og hetta er fyrsta málið, sum er sent nevndini.

- Enn er nevndin ikki skipað. Sjálvur eri eg uttanlands í løtuni, og tí havi eg als ikki sæð málið, men eg eri tó kunnaður um hetta, sigur Jens Erik Magnussen, sum er ein av limunum í nevndini.

Hann sigur, at sjálvur verður hann aftur í Føroyum mánadagin, og at hann tá fer at hyggja at málinum. Nær hetta so verður viðgjørt av nevndini, dugir hann tó ikki at siga.

- Tað er sjálvandi ein trupulleiki, tá feriutíð er, men talan er sjálvandi um eitt mál, sum vit vilja viðgera, so skjótt, sum tað ber okkum til, sigur Jens Erik.