Yvirhøvur turt um páskirnar

Veðrið komandi dagarnar verður skiftandi, men enn letur til at tað verður turt um páskirnar.

 

Veðrið komandi dagarnar verður skiftandi, men enn letur til at tað verður turt um páskirnar, sambært DMI.

Køld og óstøðug luft streymar yvir Føroyar av útnyrðingi og norði. Leygardagin fer eitt brúgvalag framvið oyggjunum úr útsynningi og nakað lýggjari luft blæsur yvir oyggjarnar restina av páskunum.

 

Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útnyrðingi, sum seinnapartin ella í kvøld snarar í ein útnyrðing ella norðan og veksur til hvassan vind. Fyrrapartin verður nakað av sól og kavaælingur, men seinni veðrur skýggjað og kavi ella vátaslettingur. Hitin verður millum frostmarkið og fýra hitastig.

 

Skírisdag verður eitt lot til andøvsgul av norði, sum um náttina snarar í ein landnyrðing og eystan og veksur til eitt gul til stívt andøvsgul. Yvirhøvur turt og sólarglottar. Hitin millum eitt og fýra stig, um náttina niður í tvey kuldastig.

 

Langa fríggjadag verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi. Skýggjað og yvirhøvur turt, hitin millum tvey og fýra stig. Um náttina veður eisini eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi. Skýggjað og okkurt æli og hitin millum eitt og fimm stig.


Leygardagin verður andsøvsgul upp í ein strúk av útsynningi. Skýggjað og támut og ælaveður, men um kvøldið verður turt. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Páskadag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum fimm og átta stig.

 

2. páskadag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Skýggjað og támut og yvirhøvur regn ella sirm. Hitin millum fimm og átta stig.