Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar gott seinvetursveður komandi dagarnar. Tó at hitin enn ikki er farið at leiða tankarnar móti várinum og summarinum, so verður yvirhøvur turt komandi dagarnar.
Týsdagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin verður millum eitt og fýra stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum fýra og sjey stig.
Hósdagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri, seinnapartin minni vindur av vestri. Regn av og á og hitin millum fýra og sjey stig.
Fríggjadagin verður upp í ein strúk av suðri og okkurt æli, leygardagin upp í hvassan vind av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum tvey og seks stig.











