Yvirhitaður búskapur fer at venda gongdini í Danmark

OECD roknar við, at í 2009 fer Danmark at hava tann minsta búskaparvøksturin av øllum teimum 30 OECD-londunum OECD sigur, at danski búskapurin er yvirhitaður, og at stjórnin hevur tvinnar kostir í at velja. Annaðhvørt noyðist hon at tátta fíggjarpolitikkin, ella noyðist hon at góðtaka, at tað fer at ganga niður á bakka.

Jørgen Elmeskov, sum starvast hjá OECD, og sum var limur í Vælferðarnevndini hjá donsku stjórnini, sigur við Børsen, at í dag eru so týðilig tekin um, at búskapurin er yvirhitaður, at stjórnin er komin á eitt vegamót.

-Danmark hevur ikki sjálvstøðugan pengapolitikk, og tí eru bara tvinnir møguleikar. Annar er at tátta fíggjarpolitikkin, og hin er at góðtaka, at kappingarevnið fer at versna so nógv, og vøksturin í búskapinum viknar, og inflasjónin veksur, sigur Jørgen Elmeskov við Børsen.