Yvirhálaði og fekk klipp í koyrikortið

- Hendingin fór fram á landsvegnum oman fyri Hvítanes, har yvirháling ikki er loyvd, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at náttin hevur verið friðarlig.

 

Lítið og einki av almennum áhuga er komið í samdøgurfrágreiðingina.

 

Men, beint fyri middag í gjár fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri eina yvirháling, har yvirháling ikki er loyvd.

 

- Hendingin fór fram á landsvegnum oman fyri Hvítanes, og tað var ein persónbilur, sum yvirhálaði ein annan bil.

 

Vaktleiðarin sigur, at bilarnir koyrdu norður eftir, og yvirháling er ikki loyvd á hesum vegastrekki.

 

- Her er ikki loyvt at yvirhála - hvørki, tá koyrt verður norður eftir ella suðureftir, sigur løgreglan.