Ein bilførari, sum koyrdi í Vágatunlinum í gjár, hevði eftir øllum at døma stóran skund.
- Bilførarin yvirhálaði nevniliga ein annan bil, sum ikki er loyvt inni í tunlunum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tað vóru fólk, sum koyrdu aftan fyri tann, sum yvirhálaði, ið meldaðu.
- Bilførarin, sum hevði koyrt yvir miðlinjuna inni í tunlinum, viðgekk brotið og fær klipp í koyrikortið.
Løgreglan fær av og á fráboðanir frá bilførarum, sum verða yvirhálaðir í tunlunum, har yvirháling ikki er loyvd.
- Summi er skjót við telefonini, og tað kemur eisini fyri, at vit fáa livandi upptøkur av slíkum yvirhálingum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í hesum førinum vóru fleiri vitnir til yvirhálingina í Vágatunlinum í gjár.