Yvirhøvur turt um vikuskiftið

Komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg við regni yvir Føroyar av útsynningi og suðri og síðani verður klárari veður við einkultum ælum.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið snarar í ein útsynning og síðani makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, men um kvøldið klárar í, tó okkurt ælið. Hitin verður millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan og landsynning og verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina skýggjað. Hitin um dagin um 7 stig, um kvøldið millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin snarar hann vindin í ein eystan og tað verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á dagin regn av suðri. Hitin um 7 stig, um náttina um 5 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 7 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi og landsynningi, 3 til 8 m/s. Okkurt ælið og sólglottar, men um náttina regn av útsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.