Yvirhøvur turt næstu dagarnar

Ein veikur hátrýstsryggur fer í dag framvið okkum. Í nátt fer eitt brúgvalag við regni framvið av útsynningi og eitt djúpt lágtrýst við brúgvaløgum tætt okkum fer framvið av útsynningi sunnan, áðrenn enn eitt lágtrýst kemur fríggjanáttina. Síðani fer ein sterkur hátrýstsryggur yvir Skandinavia at føra eitt rák av suðri yvir okkum og geva støðugari veður.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum seinnapartin lækkar í ein sunnan og veksur vindin í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Í kvøld veksur hann vindin í andøvsugl upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og í nátt hækkar hann í ein útsynning og minkar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt æl, men út á seinnapartin skýggjað og út á kvøldið regn. Í nátt fer at klára í. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein eystan og minkar vindin í eitt lítið lot, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt, men bara hendinga sólglotti. Um kvøldið veksur hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, og um náttina snarar hann aftur í ein útsynning. Skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av suðri og útsynningi, sum minkar vindin í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Seinnapartin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn og ælaveður. Hitin um dagin millum 6 og 10 stig, um náttina millum 3 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og seinni suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhhøvur turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og turt. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.