Yvirhøvur turt hesa vikuna

Eitt hátrýst eystan fyri Ísland fer spakuliga í ein eystan, meðan eitt lágtrýst sunnan fyri Grønland ferðast skjótt í ein eystan. Hetta gevur okkum eitt rák av kaldari luft av landnyrðingi og eystri. Mitt í vikuni koma fleiri brúgvaløg inn yvir okkum av suðri og tað verður lýggjari.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi. Alt samdøgrið turt og samdrigið. Hitin millum 1 og 6 stig, um náttina um frostmarkið.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sum í nátt lækkar í ein landsynning. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, út á dagin upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av og á. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina hækkar í ein eystan. Samdrigið og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina lækkar í ein sunnan. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig.