Eitt djúpt lágtrýst í ein landnyrðing úr Ísladi fer í ein landnyrðing og køld luft við ælaveðri recur í dag inn yvir Føroyar av vestri. Í nátt ger ein hátrýstsryggur veðrið støðugari eitt skifti, men í morginárini fer eitt brúgvalag við regni framvið av vestri. Leygardagin fer eitt nýtt djúpt lágtrýst inn yvir Ísland av útsynningi og brúgvaløg haðani við regni og vindi koma inn yvir Føroyar leygarnáttina og leygarmorgunin, áðrenn eitt sterkt rák av útsynningi og vestri við óstøðugari kaldari luft við ælum koma inn yvir Føroyar.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 7 til 10 m/s, út á dagin øtlar hann vindin av suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, út á dagin skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 10 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn. Í morginárini hækkar hann í ein útsynning og vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Tað klárar í, onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Út á náttina lækkar hann í ein sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og út á náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 12 til 17 m/s, skýggjað og regn, men fyrrapartin snarar hann í ein útsynning og tað klárar í, hóast okkurt æl. Um náttina makar hann vidnin nakað og tað verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 9 til 13 m/s. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, út á dagin strúkur í vindi upp í skrið, 12 til 18 m/s. Fyrrapartin sólglottar og okkurt æl, annars yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.
Mánadagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 12 til 17 m/s, um kvøldið og náttina hækkar hann í ein útnyrðing og makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn ella nógv æl. Hitin um 9 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av útnyrðing og norðri, 3 til 8 m/s. Turt, tað klárar í og onkrir sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.










