Yvirháling endaði galið

Eitt ferðsluóhapp hendi á Velbastaðvegnum í morgun, tá ein bilur yvirhálaði ein annan bil, sum snaraði til vinstru, tá óhappið hendi. Stórur skaði hendi á bilarnar, men eingin fólkaskaði var, tá ein bilur yvirhálaði ein annan á veg út eftir Velbastaðvegnum.

Bilurin framman fyri ætlaði sær at koyra oman til Ford, tá ein bilur sum koyrdi aftan fyri vildi yvirhála. Hetta hendi í tí at bilurin frtamman fyri snaraði til vinstru, og yvirhálandi bilurin rendi inn í síðuna á bilinum framman fyri.

Sum sæst á myndini hendi stórur materiellur skaði, men báðir bilførararnir sluppu snikkaleysir frá óhappinum.

Av tilvild kom ein sløkkiliðsbilur framvið stutt eftir hendingina, so tað gekk skjótt at rudda økið. Nú skal vegurin so spulast fyri olju og annað, áðrenn vegurin verður latin upp aftur, verður sagt av løgreglustøðini.