Mikudagin hendi eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðadali.
Ein bilur skuldi yvirhála tríggjar aðrar, sum vóru í rundkoyringini. Fyri ikki at verða árendur, koyrdi tann remsti inn til síðuna, og bilurin aftarfyri koyrdi inn í han, og tað sama hendi við trðja bilinum.
Ein bilur fór so illa, at hann mátti sleipast burtur.
Yvirhálandi bilurin hevði heilt nógva ferð, sigur politiið í Havn.