Yvirhálaði á málstrikuni
Bjørk Herup Olsen vann og setti nýtt føroyskt met á 1500 metra teininum í stóru kappingini, Reykjavík International, sum var leygardagin. – Hetta er helst størsti sigurin, eg nakrantíð havi vunnið, staðfesti vælnøgda havnargentan eftir kappingina
<InvalidTag content="" name="Title" />
<InvalidTag content="" name="Keywords" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
Longu tíðliga í kapprenningini legði Fríða Rún Þórðardóttir seg á odda og eitt langt glopp var niður til næstu rennararnar, men alt hetta megnaði Bjørk at eta upp við einum ótrúligum avriki, ið til fulnar vísti, hvussu sterk og seig hon kann vera, tá mest umræður.
– Hinar byrjaðu øgiliga ógvusliga við nógvari ferð, og eg var aftast tey fyrstu trý umførini. Men so líðandi fekk eg arbeitt meg upp ígjøgnum feltið, so eg miðskeiðis í kapprenningini fekk hana aftur, sum var næstfremst. Eftir eina løtu yvirhálaði eg eisini hana, so eg nú var næstfremst, greiðir Bjørk Herup Olsen frá í telefonini úr Reykjavík.
Enn var tó eitt fitt petti eftir á mál og eisini ein langur teinur fram til Fríðu Rún Þórðardóttir, sum hevur sera drúgvar royndir frá slíkum kappingum og hevur verið á íslendska landsliðnum í frælsum ítrótti síðani 1989. Í eygunum á teimum flestu hevði uppgávan óivað sæð ómøgulig út, men ikki hjá Bjørk, ið miðvíst arbeiddi seg longur og longur fram.
<o:p> </o:p>
Størsti sigurin<o:p></o:p>
– Eg gav bara alt og vónaði, at tað skuldi røkka til eina góða tíð. Men so hvørt sum vit komu nærri málinum, sá eg eisini, at eg nærkaðist. Tá vit komu á ta síðstu langsíðuna áðrenn málið, var eg 20 metrar aftan fyri hana, men so spurtaði eg sum fyri lívinum, og beint áðrenn málið slapp eg framum, sigur Bjørk.
– Frá egnum royndum veit eg, hvussu súrt tað kennist, tá tú verður yvirhálaður á málinum, men nú veit eg so eisini, hvussu deiligt tað kennist, tá tú ert tann, sum yvirhálar. Og eg fekk hana beint áðrenn málið. Eg haldi ikki, at hon visti av tí, tí tað kom bara eitt gníst frá henni, tá eg fór framum. Kanska visti hon slett ikki av, at eg hevði verið í hølunum á henni.
At spurturin hjá Bjørk var nakað serligt, kundi aftaná staðfestast á stoppurinum, tí eftir at hava runnið fyrstu túsund metrarnar, setti hon ferðina so mikið nógv upp, at teir síðstu 500 metrarnar rann hon upp á ein minutt og 30 sekund, sum er sera skjótt.
Vinnaratíðin var fýra minuttir og 38,04 sekund, sum er nýtt føroyskt met, og Bjørk var bara 10 sentimetrar framman fyri ta íslendsku, sum kom á mál átta hundraðpartar aftanfyri. Bjørk átti sjálv gamla metið, men megnaði at betra tíðina við fimm ella seks sekundum.