Fýra ár á rað er Thierry Henry kosin sum ársins franski spælari. Men sunnudagin varð hann yvirhálaður av 24 ára gamla Frank Ribery. Ribery, sum spælir í Bayern Munchen, hevur verið ein av avgjørt størstu profilunum í bundesliguni hetta kappingarárið. Í atkvøðugreiðsluni gjørdist Thierry Henry nummar tvey. Karim Benzema úr Lyon gjørdist nummar trý.