Yvirhála hagfrøðisligar metingar

Í februar/ mars í ár restaðu bert 24 fólk í, til Runavíkar kommuna kann telja upp í 4000 fólk.

- Fyri at fáa eina hilling á, hvussu Runavíkar býráð/ kommuna skal brynja seg til framtíðina, serliga í mun til ein møguligan vøkstur í fólkatalinum, heitti kommunan á Hagstovuna um at gera eina meting hesum viðvíkjandi.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at henda meting kom frá Hagstovu Føroya hin 1. november í 2016.

 

- Serfrøðingametingin segði okkum, at vit ikki skuldu rokna við vøkstri tey næstu nógvu árini. Heilt fram til ár 2054 - sløk 40 ár fram í tíð - bleiv eingin vøkstur sambært metingini. Nógvar millumrokningar eru í demografiini, men talið av fólki fór at kalla at halda sær á sama støði sum tá.

 

Lagt verður aftrat, at ætlanin við tilfarinum var sjálvandi at fáa eina ábending um, hvørja leið Runavíkar kommuna skuldi halda, tá ræður um skúlar, ansingarstovnar, eldraøkið og annað - og hvussu íløgurnar skuldu plaserast nakað nógv ár fram í tíð.

 

- Gongdin hesi seinastu 2-3 árini bendir á, at veruleikin er í holt við at yvirhála hagfrøðisligu metingina. Tí verður tørvur á politiskum metingum í ólukkumát, um verandi vøkstur heldur fram.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at um mánaðarskiftið februar/ mars í ár var fólkatalið tað mesta nakrantíð, síðan fleiri kommunur í Eysturoy kastaðu saman í eina kommunu - Runavíkar kommunu. Nú táttar fólkatalið so væl í tey 4000, at bert 24 fólk resta í.

 

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu - www.runavik.fo