Fýra menn eru ákærdir fyri at stuðla og hjálpa Omar El-Hussein í sínum álopi á jødisky synagoguna í Krystalgade í Keypmannahavn. Sambært ákæruritinum hava teir teir havt tætt og støðugt samband við Omar El-Hussein í tíðini millum drápið og drápsroyndina við Krúttunnuna og álopið uttan fyri jødisku synagoguna í Krystalgade 14. februar 2015.
Stuðulin hevur verið so ítøkiligur, at teir hava gørt seg samsekar í álopinum móti synagoguni.
Tveir teirra eru ákærdir fyri at hava beint av vegnum rifluna, sum Omar El-Hussein nýtti í álopinum við Krúttunnuna. Hetta er ein 25 ára gamal og ein 20 ára gamal.
Teir fýra eru eisini ákærdur fyri millum annað at hava útflýggjað Omar El-Hussein lóður til seinna álopið og at hava rindað fyri telduna, sum yvirgangsmaðurin nýtti fyri at leita eftir sínum næsta ofrið.
Tveir teirra eru nærmastu grannar hjá Omar El-Hussein.
Tríggir teirra eru dømdir fyrr og hava havt tilknýti til sama brotsmannalið. Ein teirra var, eins og Omar El-Hussein, stutt undan álopinum leyslatin úr geglinum. Rættarmálið móti teimum byrjaði í dag. 30 dagar eru settir av til rættarviðgerðina.