Yvirgangsmenninir umringaðir

Stór jagstran eftir yvirgangsmonnunum í morgun. Síggj jagstranina beinleiðis her.

Ein stór jagstran er ávegis norðan fyri París í morgun. Tað er franska løgreglan, sum eltir slóðina eftir yvirgangsmenninar, sum lupu á Charlie Hebdo mikudagin.

 

Fleiri løgreglubilar og -tyrlur eltu ein bil á motorvegnum í morgun, men nú letur til, at yvirgangsmenninir eru steðgaðir í einum prentsmiðju í Dammartin-en-Goele, nærindis Charles de Gaulle-flogvøllinum.

 

Lítla bygdin Dammartin-en-Goele,  er nú avbyrgd av løgregluni, tí mett verður, at støðan er so hættislig. Fjølmiðlar fáa heldur ikki atgongd til bygdina. Eini 1000 til 1500 løgreglufólk eru ávegis til Dammartin-en-Goele.

 

Tíðindastovur boðaðu nú frá einum nýggjum álopi í morgun, har ein persónur varð sagdur at verða dripin deyður og eini 20 særd. Franskir myndugleikar hava seinni avsannað hesi tíðindini.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja jagstranina beinleiðis á Sky News.

 

88.000 løgreglu- og hernaðarfólk hava leitað eftir monnunum seinastu dagarnar.