Amerikanskir myndugleikar ávara um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at flogførum hjá ugandiska flogfelagnum Air Uganda. Amerikanararnir siga, at yvirgangsmenninir ætla at søkja at flogførum, sum flúgva millum býin Juba í Suðursudan og ugandiska høvuðsstaðin, Kampala.
Amerikanska sendistovan í Sudan vil ikki siga, hvør yvirgangsbólkurin er.
USA hevur í mong ár sagt, at Sudan klekir yvirgangsmenn, og landið hevur staðið á amerikanska yvirgangslistanum síðani 1993 sum eitt av teimum londunum, sum styðja yvirgang.










