Í Danmark sigur Politiets Efterretningstjeneste seg hava fingið ábendingar um, at yvirgangsbólkar í øðrum londum eru í ferð við at senda yvirgangsmenn til Danmarkar at fremja atsóknir.
PET skrivar á síni heimasíðu, at yvirgangstilbúgvingin er herd, men stovnurin vil ikki siga nakað um, hvat fyri yvirgangsbólkar, talan er um.
PET vil heldur ikki siga, um myndugleikarnir hava avdúkað og steðgað yvirgangsmonnum, sum ætlaðu sær til Danmarkar, men váttar, at løgreglan hevur fingið eina áheitan um at vera serliga vakin í jólamánaðinum.
Teir seinastu dagarnar hava myndugleikarnir í Týsklandi, Belgia og Niðurlondum handtikið fleiri fólk, sum verða sett í samband bið yvirgangsbólkar, men sanbært stjóranum í PET, Jakob Scharf, er einki samband millum hesar handtøkurnar og ta herdu tilbúgvingina í Danmark.