Yvirgangsmenn tiknir í Kanada

Løgreglan í Kanada hevur tikið tríggjar menn, sum høvdu savnað tilfar til bumbur og vegleiðingar um, hvussu tilfarið skal brúkast. Tveir av monnunum vórðu tiknir mikudagin, og tann triði varð tikin í gjár.

Kanningarnar hjá løgregluni hava avdúkað, at ein av monnunum hevur havt samband við ein felagsskap, sum berjist við NATO-herdeildirnar í Afghanistan. Kanningarnar hava eisini avdúkað, at teir tríggir hava verið á bumbuskeiði uttanlands.

Ein talsmaður fyri kanadisku løgregluna sigur, at málið við teimum trimum monnunum hevur samband við ein tilburð í 2006, tá tveir menn høvdu lagt ætlan um at bumba eitt kjarnorkuverk og eina herstøð í Kanada. Menninir vórðu kortini avdúkaðir og tiknir og seinni dømdir í fongsul.