Yvirgangsmenn kunnu fáa fatur á kjarnorkuvápnum

-Heimurin er ikki fyrireikaður til eitt møguligt yvirgangsálop við kjarnorkuváopnum, men vit kunnu ikki annað enn vóna, at vit sleppa undan einum slíkum, sigur stjórin í altjóða kjarnorkustovninum

Mohamed ElBaradei var ein av røðarunum á einari ráðstevnu um kjarnorkutrygd í Kyrrahavinum, sum er í Sidney í Avstralia í hesum døgum. Og hann duldi ikki fyri, at vandi kann vera fyri yvirgangi við kjarnorkuvápnum.

-Spurningurin er, um vit megna at forða tí, tí vit eru ikki fyrireikað til nakað slíkt, segði Mohamed El Baradei, sum er stjóri í altjóða kjarnorkustovninum IAEA. Orð hansara minna um tað, sum amerikanski varaforsetin, Dick Cheney, segði undir valstríðnum upp undir forsetavalið, tá hann segði, at verður ikki rætt atborið, kann vandi vera fyri kjarnorkuálopum á amerikanskar býir.

Avstralski uttanríkisráðharrin, Alexander Downer, segði á ráðstevnuni í Sidney, at altjóða tiltøk er tað einasta, sum kann tryggja, at yvirgangsfelagsskapir ikki fáa fatur á kjarnorkuvápnum.

Iran hevur fingið drúgva umrøðu á ráðstevnuni. USA, Bretland, Frakland og Týskland hava lagt iransku leiðsuna undir at hava ætlanir um at útvega landinum kjarnorkuvápn, men tað hevur stjórnin í Teheran avsannað. Mánadagin eydnaðist tað teimum trimum evropeisku londunum at fáa eina avtalu við Iran um betri handilsavtalur, aftur fyri at Iran gevst við at ríka uran. Eygleiðarar halda, at avtalan kann dyva spenningin ímillum USA og Iran, og á ráðstevnuni í Sidney segði Mohamed ElBaradei, at avtalan er eitt stig á røttu leiðini.

Men hann ávaraði um, at heimurin má vera á varðhaldi.

-Tað er umráðandi, at vit eru framman fyri yvigangsmenninar, segði hann.