Yvirgangsmaður sleppur leysur

Í morgin hevur indonesiski yvirgangsmaðurin Abu Bakar Bashir sitið í fongsli teir 26 mánaðarnar, sum hann bleiv dømdur í sambandi við bumbuatsóknina á frítíðaroynni Bali á heysti í 2002.

Sambært tíðindastovunum vænta myndugleikarnir, at fleiri hundrað viðhaldsmenn hjá Bashir fara at taka ímóti honum, tá hann sleppur út um fongsulsmúrin.

Tey flestu halda, at Abu Bakar Bashir er leiðari í indonesiska yvirgangsfelagsskapinum Jemaah Islamiyah, men serfrøðingar í Djakarta vænta ikki, at felagsskapurin fer at taka atsóknirnar uppaftur, sjálvt um leiðarin sleppur leysur nú.