Maðurin, sum rendi ein bil inn í høvuðsdyrnar á flogvøllinum í Glasgow fyri einum mánað síðani, doyði í gjárkvøldið av brunasárum. Tann 27 ára gamli maðurin, sum sambært bretsku løgregluni koyrdi bilin við spreingievninum, brendist so illa undir atsóknini, at hann doyði í gjárkvøldi á einum sjúkrahúsi í Glasgow.
Maðurin var ættaður úr India, og bretska løgreglan hevur staðið á varðhaldi í og uttan fyri sjúkrahúsið alla tíðina, sigur BBC.
Álopið á floghavnina í Glasgow var dagin eftir, at løgreglan hevði funnið spreingievni í einum bili í London.
Tríggir læknar eru tiknir í sambandi við teir báðar tilburðirnar.










