-Vit hava orsøk til at halda, at ein bólkur er farin úr Sýrialandi við tí fyri eyga at fremja yvirgang eina yvirgangsatsókn í Vesturheiminum. Noreg er nevnt í hesum viðfangi, og okkara áskoðan er, at upplýsingarnar eru vorðnar enn meiri sannførandi, sigur løgreglusstjórin, Odd Reidar Humlegård, við NRK.
Hann vil ikki siga, hvar bólkurin er nú.
Tað var í gjár, at norsku myndugleikarnir boðaðu frá, at persónar, sum hava verið uppi í bardøgunum í Sýrialandi, høvdu lagt ætlanir um yvirgang í Noregi. Hóttanin hevur fingið myndugleikarnar at herða tilbúgvingina í havnum, floghavnum, jarnbreytarstøðum og á øðrum almennum plássum.